Mentan

Heimildafilmurin um Biritu á CPH:DOX 2026

Sonurin Búi Dam hevur gjørt filmur um sjónleikakvinnuna Biritu Dam og hennara seinastu pallframførslu. Filmurin vær heimsfrumframførslu í Keypmannahavn 15. mars á einum av heimsins førandi festivalum fyri heimildarfilmar

2026-02-23 17:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

15. mars verður frumframførsla av nýggjum føroyskum heimildarfilmi. Frumframførslan verður í Keypmannahavn í sambandi við kenda filmsfestivalin fyri heimildarfilmar í Keypmannahavn, CPH:DOX 2026.

Talan er um heimildarfilmin “Birita”, um sjónleikakrinnuna Biritu Mohr, sum sonurin, Búi Dam hevur gjørt.

Í tíðindaskrivi greiðir CPH:DOX frá filminum, og kallar hann ein rørandi og djúpt persónligan heimildarfilm um føroysku sjónleikarafamiljuna og uppsetanina av leikinum ‘King Lear’, sum er seinasti leiklutur Biritu, og einasti eftir at hon varð rakt av Alzheimers sjúkuni.

[object Object]Birita Mohr

Tað er sonurin, Búi Dam, sum stendur fyri uppsetingini, sum er rættiliga umstrýdd, tí hóast mamman ikki longur dugir at tosa, leingist henni eftir at koma aftur á pallin. Við at leikstjórna leikin, má Búi stríðast við at rættvísgera fortreytirnar fyri verkætlanini, meðan pápin, Egi Dam, roynir at finna javnvágina millum umsorganina fyri konuni og sín egna trivna.

Meðan hetta merkisverda dramað gongur fyri seg fær lívliga nærveran hjá Biritu ein óvæntandi lættleika í tilgongdina, ið hevur ávirkan á øll, sum eru við.

Birita Mohr fekk í 2023 Mentanarheiðursløn landsins fyri sítt lívslanga íkast til føroyska leiklist.

Filmurin “Birita” er 89 minuttir til longdar.

Leikstjórn: Búi Dam
Framleiðsla: Jón Hammer, Mark Steel og Durita Sumberg
Leikarar: Birita Mohr, Egi Dam og Búi Dam

Heimsfrumframførslan verður í biografinum Dagmar 2 í Keypmannahavn sunnudagin 15. mars kl. 16.15.

Hann verður eisini vístur í Dagmar 5 týsdagin 17. mars kl. 14.15 og í Emmauskirkjuni á Frederiksberg mikukvøldið 18. mars kl. 19.30

[object Object]Búi Dam


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder