Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og har vórðu fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Í Kaldbaksbotni vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 118, 111, 114 og 116 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferð er 80 kilometrar um tíman. Tað bleiv til tvey klipp og tvær treytaðar frádømingar.
Eisini varð ferðslan kannað á Havnavegnum, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman. Har fekk ein treytaleysa frádøming fyri at hava koyrt 113 kilometrar um tíman.
Umframt hetta varð ein bilførari tikin fyri at tosa í fartelefon, og ein varð tikin fyri at koyra uttan trygdarbelti, og tað gevur klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald