Mentan

Bókmentafestivalurin 2026 verður settur í morgin

Evnið á festivalinum er geo-poesi og geopoetikkur - ein tilgongd til bókmentir og list, ið kannar djúpa sambandið millum landslag, menniskja og málið

2026-02-24 14:44 Author image
Tíðindaskriv

Býarbókasavnið í Havn er karmur um eina fjølbroytta skrá, har rithøvundar úr Føroyum, Norðurlondum og umheiminum eru við. Her byrjar ein røð av festivaldøgum, har orð ferðast um landamørk, og har bókmentir skapa rúm fyri nýggjum sjónarmiðum, samrøðum og felags hugflogi.

- Í ár hugsa vit við landinum. Evnið er geo-poesi og geopoetikkur, ein tilgongd til bókmentir og list, ið kannar djúpa sambandið millum landslag, menniskja og málið. Vit hava eisini rithøvundar, ið skriva uttan fyri hetta evnið, t.d. úr Kina, USA og víða um, skrivar Føroyski bókmentafestivalurin í tíðindaskrivi.

Sedanin av festivalinum verður mikudagin 25. februar klokkan 16 til 18 á Býarbókasavninum í Havn.

Eftir at Vónbjørt Vang, býarbókavørður hevur bjóðað vælkomin, fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkis- og mentamálum at seta festivalin og Kim Simonsen, festivalleiðari, fer at leggja fram tema fyri festivalin

Aftaná verða samrøður og upplestur við luttakandi rithøvundum:

Kl. 16.20: Vónbjørt Vang um at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2025. Samrøða við Maritu Thomsen, týðara

Kl. 16.30: Norman Bissell (Skotland) Scottish Centre for Geopoetics. Um geopoetikk

Kl. 16.45: Jon Ståle Ritland (Noreg). Upplestur og samrøða við Kim Simonsen

Kl. 17.15: Yrkingaupplestur – Kristín Eiríksdóttir (Ísland), Anna Fohlin Mattsson (Svøríki), Maja Lucas (Danmark)

Kl. 17.45 Dennis Maloney (US) White Pine Press

Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt og altjóða samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.

Skráin fyri Føroyska bókmentafestivalin  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald