Mentan

Video: Wall of Silence og Clickhaze í 2003

Lagið, sum Clickhaze ongantíð gav út, fekk nytt lív í Hoydølum herfyri. Í summar ber aftur til at uppliva Clickhaze á G!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-24 18:34 Author image
Agnar Prestá

- Wauw! Tað er langt síðani, at eg havi hugsað um handan sangin.

Soleiðis tók Eivør Pálsdóttir til, tá hon í  sendingini "Hoydalar" hoyrdi Sophiliu framføra "Wall of Silence".

Sí eisini: Eivør: - Vakurt, rørandi og lívsjáttandi

Útsetingin hjá ungu songkvinnuni bergtók størstu føroysku songkvinnuna - hoyr framførsluna her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

(Kringvarp Føroya/Youtube)

"Wall of Silence" er ein sangur frá Clickhaze-tíðini, tá Eivør var blaðung og forsangari.

Jón Tyril hevur á Facebook-síðu sínari lagt eina útgávu av sanginum út - hetta frá Prix Føroyar 2003, har gøtubólkurin framførdi sum vinnari

- Tað var stuttligt at hoyra Clickhaze-lagið "Wall of Silence" í sendingini, Hoydalar. Clickhaze gav ongantíð lagið út, men vit spældu tað nógv á konsertum og m.a. sum upptakt til Prix Føroyar 2003.

Eivør gav seinni lagið út. Fyrr í dag varð kunngjørt, at Clickhaze fer at spæla saman á G! festivalinum í summar.

Les meira: Clickhaze kemur saman at spæla á G! í ár

Hoyr útgávuna ovast ella her

Eivör Pálsdóttir, sang
Petur Pólson, sang
Bogi á Lakjuni, guitar
Jón Tyril, guitar
Jens L. Thomsen, bass
Høgni Lisberg,
Trummur Mikael Blak, ljómborð

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald