Innanlands

Onki flogfar í Vágar í dag

Veðrið darvar flúgvingini í dag – tvey flogfør eru farin í morgun – eitt bíðar

Flogfarið til Gran Canaria stóð fyri løtu síðan framvegis og bíðaði eftir líkindum (Vevmynd: Vága floghavn)

Flogfarið til Gran Canaria stóð fyri løtu síðan framvegis og bíðaði eftir líkindum (Vevmynd: Vága floghavn)

2026-02-24 11:46 Author image
Ingi Samuelsen

Vegna veður lendir einki flogfar í Vágum í dag. Sambært heimasíðunum hjá Atlantsflog og Vága Floghavn eru allar komur til Vágar í dag avlýstar.

Tvey flogfór fóru úr Vágum í morgun, FarCargo til Shannon í Írlandi klokkan 8.12 og Atlantsflog til Keypmannahavnar klokkan 8.16. Flogfarið hjá Atlantsflog til Gran Canaria via Faro í Portugal skuldi fara klokkan 11.15, men stóð, seinast vit hugdu, til at fara klokkan 11.30.

Hinar fráferðirnar – ein hjá FarCargo og ein hjá Atlantsflog til Keypmannahavnar – eru avlýstar.

Og øll fýra flogførini, sum skuldu koma í Vágar í dag,  tvey hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn og tvey farmaflogfør hjá FarCargo standa at vera avlýst. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald