FM1: Lindenskov og Lützen leggja upp til politiskt brak

Blaðstjórarnir á Sosialinum og Norðlýsinum vitja útvarpsstovuna klokkan 15. Saman við Árna Gregersen greina teir politisku støðuna - dagin ímillum 2. og 3. viðgerð av stórmálum

Jóhann Lützen - ein av teimum sum hevur fingurin á pulsinum í tinginum

Jóhann Lützen - ein av teimum sum hevur fingurin á pulsinum í tinginum

2026-02-24 13:27 Author image
Agnar Prestá

Stórir spenningur er um politisku støðuna. 

Onnur viðgerð av málunum um Suðuroyartunnilin og um at hækka pensjónsaldurin vórðu atkvøtt ígjøgnum í gjár, mánadagin, og triðja viðgerð verður í morgin.

Tað kann framvegis gerast ein lagnudagur fyri samgonguna, men huvssu liggur landið? Og hvørjir eru knútarnir?

Sí eisini: Flyta málið um Suðuroyartunnilin fram um málið um pensjónsaldurin

Blaðstjórarnir á Sosialinum og Norðlýsinum vitja útvarpsstovuna hjá FM1 klokkan 15. Har fara Eirikur Lindenskov og Jóhann Lützen saman at greina politisku støðuna.

 Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald