Heðin Ingi Abrahamsen verjir sína Ph.d 9. mars

Almenna verjan verður klokkan 13 í Kongshøll í Havn.

2026-02-24 17:22 Author image
Agnar Prestá

Mánadagin 9. mars 2026 verjir Heðin Ingi Abrahamsen ph.d.-ritgerð. Hon hevur heitið: “Numerical nearshore model of waves and wave generated currents

Ph.d.-verjan verður klokkan 13:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Ph.d.-verjan verður á norðurlendskum máli.

Sum ph.d.-lesandi hevur Heðin Ingi Abrahamsen verið starvssettur á Firum og innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Í vegleiðaratoyminum vóru hesir:

Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, lektarar á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðarar.

Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen, vinnuvegleiðarar á Firum

Øystein Patursson, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hjávegleiðari

Í Metingarnevndini vóri Karin Margretha H. Larsen, adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk),  Lars Ganzel, lektari á NTNU og Harry B. Bingham, professari á DTU

Lesið føroyska samandráttin av ritgerðini her.

Ritgerðin sjálv er tøk á Pure-vanganum hjá Heðini.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald