Innanlands

- Allir flokkarnir leita eftir einari exit-strategi

Framsókn og Tjóðveldi eru ikki stjórnarberandi, og í Javnaðarflokkinum eru tey ónøgd við hinar, sigur Jóhann Lützen. Hann og Eirikur Lindenskov lýsa spentu støðuna

Blaðstjórin á Norðlýsinum, og blaðstjórin á Sosialinum og in.fo eru ikki bergtiknir er politiska handverkinum hjá samgonguni (Mynd: Sverri Egholm)

Blaðstjórin á Norðlýsinum, og blaðstjórin á Sosialinum og in.fo eru ikki bergtiknir er politiska handverkinum hjá samgonguni (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-25 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ímillum aðru og triðju viðgerð í málunum um Suðuroyartunnil (fyririeking, projekting og útboð) og pensjónsaldurin (hækka hann til 69 ár skjótari enn sum nú er), hava nøkur ivamál stungið seg upp.

Sí eisini: Flyta málið um Suðuroyartunnilin fram um málið um pensjónsaldurin

Tað er greitt, at stevið í samgonguni og innanhysis i flokkunum ikki er batnað, hóast málini komu ígjøgnum við aðru viðgerð. Í sending á FM1 seinnapartin týsdagin, vístu viðmerkjararnir á, at fleiri tingfólk í samgonguni gera, júst sum vilja.

- Í Javnaðarflokkinum stóðu tey saman um bæði málini, men har hava kreppufundir verið, og tað kann henda, at onkur atkvøður ímóti pensjónsmálinum..Framsókn og Tjóðveldi eru ikki stjórnarberandi.

Her varð víst til, at fleiri tinglimir í báðum flokkum ikki atkvøddu fyri málinum um Suðuroyartunlinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Eirikur Lindenskov og serliga Jóhann Lützen høvdu onnur ástøði um, hvat kann henda í morgin.

– Um premissan er, at samgongan skrædnar, so vil hvør flokkur enda so væl sum møguligt - hava tí bestu exit-strategiina. Har síggi eg fyri mær, at Framsókn kann taka seg úr samgonguni, og at "Javnaðarflokkurin sigur takk fyri seinast", eftir at Suðuroyartunnilin er komin ígjøgnum.

Hoyr alla sendingina her

[object Object]
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum og samfelagsfrøðingur, vísti á, at her eru als ikki allar súðir syftar enn

Les eisini: Verljarakanning: Meiriluti ímóti málunum sum tey eru - broytingaruppskot ávegis

Tingfundurin við triðju viðgerðunum byrjar klokkan 11 í dag, mikudagin 25. februar. Portalurin og FM1 vera á staðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder