Norski Harald kongur er innlagdur á sjúkrahúsi á kanarisku oynni Tenerife, har hann fær viðgerð fyri infektión og uppturking, boðaði norska kongshúsið frá í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.
Sagt verður, at hann eftir umstøðunum hevur tað gott.
Læknin hjá norska konginum fer til Tenerife fyri at hjálpa lokala heilsuverkinum. Tá læknin hevur mett um støðuna, kemur ein dagføring, og tað verður væntandi einaferð í dag, sigur norska kongshúsið.
Harald kongur, sum 21. februar fylti 89 ár, hevur seinastu árini verið innlagdur fleiri ferðir.
Í 2024 fekk norski kongurin ein kvikil, eftir at hann varð blivin sjúkur á einari ferð til Malaisia. Í 2022 varð hann innlagdur við fepri og fekk viðgerð fyri infektión, og í 2020 varð hann skurðviðgjørdur í hjartanum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald