Í januar var arbeiðsloysið eitt prosent, sum er 0,1 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
Sambært Hagstovuni vóru 345 persónar raktir av arbeiðsloysi í januar, sum er 47 færri enn í sama mánað árið fyri. Hetta svarar til 296 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 37 færri enn í januar í fjør.
131 kvinnur og 214 menn vórðu raktir av arbeiðsloysi í januar.
Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tað til ávikavist 110 og 187.
Í prosentum var arbeiðsloysið hjá kvinnum 0,8 prosent - ein minking á 0,1 prosentstig í mun til árið fyri - og 1,1 prosent hjá monnum - ein minking á 0,2 prosentstig.
Sambært Hagstovuni var arbeiðsloysið í januar minst í Vágum - 0,5 prosent. Arbeiðsloysið í Suðuroynni var størst - 1,6 prosent.
30 prosent, av teimum arbeiðsleysu í januar høvdu verið arbeiðsleys millum tríggjar til seks mánaðar.
45 persónar - 13 prosent av teimum arbeiðsleysu - vóru langtíðararbeiðsleys, sum merkir, at tey høvdu verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Talið á langtíðararbeiðsleysum var áleið tað sama sum í januar í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald