Innanlands

– 20-25 milliónir er ein lítil upphædd

Um alternativa farleiðin varð tikin við, hevði uppskotið helst verið samtykt við størri meiriluta, sigur Erling Eidesgaard

Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi. Hann er ein av teimum seks tingfólkunum, sum hava sett fram broytingaruppskot, har báðar farleiðirnar eru við (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi. Hann er ein av teimum seks tingfólkunum, sum hava sett fram broytingaruppskot, har báðar farleiðirnar eru við (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-25 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Havandi í huga at kostnaðarmetingin av Suðuroyartunlinum í løtuni er umleið fimm milliardir krónur, eru tær 20-25 milliónirnar, sum Tunnilsfelagið metir er meirkostnaðurin av at projektera báðar farleiðir, ein lutfalsliga lítil upphædd at brúka.

Og harvið fæst tað besta samanberingargrundarlagið millum farleiðirnar báðar, siga tey seks tingfólkini, sum í morgun løgdu fram broytingaruppskot til uppskotið um Suðuroyartunnilin.

Les meira: Broytingaruppskot: - Vilja projektera báðar leiðirnar

Tað endurtók Erling Eidesgard úr Tjóðveldi, ein av uppskotsetarunum eisini á tingsins røðarapalli fyri løtu síðani.

Tá uppskotið varð til 2. viðgerð mánadagin varð tað samtykt við 23 atkvøðum fyri, men undirtøkan hevði helst verið størri um alternativa farleiðin varð tikin við, segði hann.

– Tað hevði savnað. Tú hevði farið frá hasum 23 atkvøðunum kanska uppá 28-30 atkvøður í staðin fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder