2026-02-25 13:25
Tað er eitt óseriøst broytingaruppskot, sum seks tingfólk hava lagt fram í morgun.
Tað heldur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
– Kom víðari. Hetta er óseriøst, og hetta er niðurgerandi fyri allar suðuroyingar, segði hann m.a. í røðu síni undir 3. viðgerð av uppskotinum um Suðuroyartunnilin.
Suðuroyingar vilja hava fast samband og leggja ikki í, um tað tekur nakrar minuttir longri, sigur tingmaðurin, sum heldur, at broytinaruppskotið "saboterar" góðu gongdina í málinum.
– Eg haldi ikki, tað er í lagi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald