Innanlands

Suðuroyartunnilin samtyktur og løgmaður útskrivar nýval

26 atkvøður vóru fyri - broytingaruppskotið fall – Eftir at uppskotið varð samtykt, varð boðað frá, at løgmaður skrivar út nýval

2026-02-25 15:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uppskotið um Suðuroyartunnil varð fyri løtu síðani samtykt við 3. viðgerð.

Í mun til 2. viðgerð, har uppskotið varð samtykt við 23 atkvøðum fyri, varð uppskotið hesa ferð samtykt við 26 atkvøðum fyri, og sjey ímóti.

Broytingaruppskotið fall við 10 atkvøðum fyri, 22 ímóti, og einari blankari.

Eftir at uppskotið varð samtykt, varð boðað frá, at løgmaður skrivar út val.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder