Beint eftir klokkan 15.30 útskrivaði ein heldur sinnisrørdur Aksel V. Johannesen út nýval at vera 26. mars.
Les eisini: Løgmaður hevur útskrivað nýval
Valstríðið er harvið byrjað, og longu klokkan 19 í kvøld bresta forfólkini í flokkunum saman.
Hetta í beinleiðis eykasending í Kringvarpinum.
Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður hjá Sambandsflokkinum, er fyri Bárð á Steig Nielsen, sum er burturstaddur í persónligum ørindum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald