- Í kvøld var vóru allir flokkar umboðaðir í orðaskifti í Kringvarpinum, uttan Sjálvstýri. Hetta hendir hóast val er útskrivað.
Soleiðis skrivaði flokkurin á Facebook-síðu í gjárkvøldið við mynd av og tilsipan til fyrsta forfólkaumfarið í hesum valstríðum.
Sí eisini: Forfólkaumfar í KVF nakrar tímar eftir boðini um nýval
Sjálvstýrið kom ikki upp um tinggáttina í 2022 men fer at stilla upp til valið 26. mars. Tí er tað fallið teimum í flokkinum fyri bróstið, at Sámal Petur í Grund, formaður ikki var bjóðaður í sjónvapsstovuna.
- Óvirðiligt, óhóskandi og eigur ikki at koma fyri í einum demokratiskum samfelag verður víst á.
Hóast hetta, og hóast Sjálvstýrið heldur uppá at "Kringvarp Føroyar sensurerar Sjálvstýri í øllum almennum politiskum orðaskiftum", so var Sámal Petur i Grund í útvarpstíðindunum klokkan 18 í gjár, har Sjálvstýrisformaðurin segði, at "Sjálvstýri er til reiðar til løgtingsvalið".
So er spurningurin, um Sjálvstýri verður at síggja til onnur forfólkaumfari og til politiska kjaksendingar í KVF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald