Tað eru rímiliga stór sannlíkindi fyri, at føroyingar hava møguleika fyri at seta tveir ymiskar krossar - til tvey ymisk val - í somu viku seint í mars.
Í gjár, mikudagin 25. februar um hálvgum fýra-tíðina, skrivaði Aksel V. Johannesen út nýval. Hetta at vera hósdagin 26. mars.
Sí eisini: Løgmaður sveiggjaði taktstokkin í tingasalinum og tók nógv av bóli
Video - Trúgvi einki uppá andvekrið hjá løgmanni: - Hetta er fyrireikað í tveir dagar
Tað er júst ein mánaði til hetta, og flokkanir eru longu fulldrøn í valstríði.
Men har er eitt annað val, ið lúrir: Fólkatingsvalið 2026.
Tað skal í seinasta lagi vera 1. november, men tað hevur leingi verið greitt, at so mikið leingi situr SVM-stjórnin hjá Mette Frederiksen ikki.
![]()
Støðan við Grønlandi og USA hevur fylt nógv í seinastuni hjá Mette Frederiksen og dønum (Mynd: Sverri Egholm)
Í vetur hevur verið gitt dúliga, nær forsætisráðfrúan fer at trýsta á knøttin. Og nú veljarakanningarnar eru batnaðar - serliga hjá sosialdemokratunum og Moderatunum (Lars Løkke Rasmussen) - hava metingarnar sett seg á síðst í mars ella nakað inn i apríl.
Seinasta heila vikan í mars, vika 13, hevur verið tann mest nevnda í donsku miðlunum og í politiska umhvørvinum í seinastuni, og keldur hjá Portalinum í millum annað Danmark peika nú á týsdagin 24. mars. Tað vil siga tveir dagar áðenn løgtingsvalið.
Hetta verður sum skilst endaliga váttað í dag næstu viku. Mette Frederiksen velur møgiliga at bíða, tí stórt kongaligt tiltak er nú fríggjadagin - onkrar ábendingar eru tó um, at tað kann vera útskrivað á tingfundinum, sum er nú.
Hoyr eisini løgmann: - Eingin visti av hesum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald