Tá løgreglan var úti og kannaði ferðsluna í gjár vórðu fimm mál skrivað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í høvuðsstaðnum fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at tosa í telefon, meðan teir koyrdu.
Síðani vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í Kollafirði.
Tann eini var ein lastbilførari, sum koyrdi 91 kilometrar um tíman, hóast hann bert hevði loyvi at koyra 70 kilometrar um tíman. Tað fær hann klipp fyri.
Hin bilførarin koyrdi 97 kilometrar um tíman, hóast hann bert hevði loyvi at koyra 80 kilometrar um tíman, og tað fær hann eina bót fyri.
Ein bilførari afturat fekk klipp fyri at koyra við einum lítlum barni, sum ikki sat rætt íbundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald