Norski Harald kongur er framvegis innlagdur á sjúkrahúsinum á Tenerife, og har skal hann vera í nakrar dagar, upplýsti norska kongshúsið seinnapartin í gjár.
– Tá ein persónur, sum er nærum 90 ár, verður innlagdur við infektión, er tað álvars. Tað er umráðandi, at vit fáa eitt gott yvirlit og tamarhald á heilsuni hjá konginum, áðrenn hann verður útskrivaður - hóast støða hansara nú er stabil, sigur persónligi læknin hjá konginum, Bjørn Bendz.
Tað var týskvøldið, at norska kongshúsið boðaði frá, at 89 ára gamli norski kongurin varð blivin innlagdur og fekk viðgerð fyri infektión og uppturking.
Infektiónin er í húðini á eina beini hansara, sigur Bjørn Bendz, sum leggur afturat, at støðan hjá konginum sum heild er góð, og at viðgerðin gevur góð úrslit.
Norski kongurin hevur verið innlagdur fleiri ferðir seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald