Innanlands

Hagstovan kannar lívskor í Føroyum fyri fyrstu ferð

Spurt verður um alt frá bústaðarviðurskiftum, útbúgving, arbeiði, inntøku, heilsu, trivnað og sosialar tørvir – 6.000 húski fáa kanningina næstu dagarnar, og hagtølini verða eftir ætlan tøk seinni í ár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2026-02-26 18:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hagstovan fer nú fyri fyrstu ferð undir stóra lívskorakanning í Føroyum.

Hevur tú møguleika at eta heitan døgurða annanhvønn dag? Hevur tú ráð at gjalda eina óvæntaða útreiðslu? Og ber til hjá tær at luttaka regluliga í frítíðarvirksemi?

Hetta eru nakrir av spurningunum í kanningini, sum verður afturvendandi og fer at geva hagtøl um, hvussu fólkið í Føroyum merkir gerandisdagin.

Kanningin lýsir lívskor í breiðum týdningi. Spurt verður um alt frá bústaðarviðurskiftum, útbúgving, arbeiði, inntøku, heilsu, trivnað og sosialar tørvir.

Kanningin er altjóða sambærlig og eitur European Union Statistics on Income and Living Conditions, stytt EU-SILC. Kanningin verður gjørd á hvørjum ári í flest øllum evropiskum londum og er mett at vera ein av størstu kanningunum í Evropa.

Á føroyskum verður kanningin nevnd Lívskorakanningin. Hon ger tað møguligt at samanbera okkara lívskor við grannalondini og restina av Evropa, skrivar Hagstovan.

6.000 húski – ella næstan triðja hvørt húski í Føroyum – fáa kanningina næstu dagarnar. Kanningin tekur millum 20 og 45 minuttir at svara. Hon er rúgvismikil, men lagt er soleiðis fyri, at tað er so lætt at svara, sum til ber.

Kanningin verður send umvegis Mínboks. Fólk, sum ikki hava Mínboks, verða uppringd. Eisini fer Hagstovan at ringja til teirra, sum ikki hava svarað, tá freistin er farin. Freistin at svara kanningini er 8. apríl. Øll svar verða viðgjørd í trúnaði og verða einans nýtt til hagtalsendamál. Væntandi verða fyrstu føroysku hagtølini um lívskor tøk seinni í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder