- Eg havi hugsað eitt sindur um hetta, millum annað í dag, og sum tað sær út nú, havi hug at stilla upp til bæði valini.
Soleiðis segði Anna Falkenberg, tá fólkatingskvinnan tosaði við Árna Gregersen í FM1-tíðindunum fyri løtu síðani.
Hon var stødd í Fólkatinginum, har Mette Frederiksen fyri løtu síðani útskrvaði val at vera týsdagin 24 mars.
Les eisini: Fòlkatingsval á skránni 24. mars
![]()
Hetta eru tveir dagar áðrenn løgtingsvalið, og spennandi verður at síggja um sambandskvinnan eisini stillar upp til bæði.
Anna Falkenberg váttar fyri FM1 og Portalinum, at hon stillar upp aftur til fólkatingsvalið, og at tað er væl møguligt, at hon eisini verður á valevnislista hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið 26. mars.
- Um flokkurin vil hava meg til bæði valini eri eg til reiðar.
Hetta er ikki endaliga avgjørt - Sambansflokkurin skal taka støðu til, um Anna Falkenberg skal á listan. Tað skulu ymiskar tilgongdir í gongd.
Hon kom flúgvandi inn á Fólkating við 2971 persónligum atkvøðum á valinum 31. oktober 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald