2026-02-26 12:28
Fleiri hava helst gitt tað, men tað verður altso M.C. Restorff, sum er stjørnan í tónleikasendingini Hoydalar í kvøld.
Fólksligi sangarin úr Brøðrasamkomuni hevur verið nógv spældur seinastu nógvu árini, og hann hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik.
M.C. Restoff fekk ársins tónleikaheiður á FMA í 2025.
Hoydalar verður í sjónvarpinum í kvøld aftaná Dag og viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald