Skaldsøgan "Marta, Marta" eftir Marjun Syderbø Kjelnæs er millum uppskotini til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2026.
Tað boðar Norðurlandaráðið frá í dag.
Í grundgevingini stendur m.a.
– Skaldsøgan viðger eitt torført politiskt evni, men ger tað á so skaldsligan og ódramatiskan hátt við at leggja dent á innaru menningina hjá Martu. Á sín egna stillføra hátt "noyðir" bókin lesarar sínar at granska heimin og hugleiða um, hvussu okkara heimir - sum kunnu tykjast langt frá hvørjum øðrum - kortini eru bundnir saman, og at vit skylda okkara medmenniskjum at síggja hendingar við opnum eygum og taka aktiva støðu.
Skaldsøgan, sum varð givin út í 2024, verður lýst soleiðis:
– Sum nítjan ára gomul fór Marta í kibbuts í Jordandalinum. Árið var 1993 og hon setti sær fyri, at gera sær stríð av sínum sansaðu upplivingum, mitt í einum politiskum og átrúnaðarligum brennidepli. Tá ein ísraelsk vinkona kemur til Føroya at vitja hana tretivu ár seinni, er tað heilaga landið meira enn nakrantíð eitt opið sár. Men hví ber ikki til at hyggja at tí, sum tað er? spyr Marta.
20. oktober verður almannakunngjørt, hvør hevur vunnið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Virðislønin verður handað í Helsingfors 27. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald