2026-02-26 15:43
Grønlendska fólkatingskvinnan, Aaja Chemnitz úr flokkinum Inuit Ataqatigiit stillar ikki uppáftur á fólkatingsvalinum, sum í dag varð útskrivað til 24. mars.
Tað boðar hon frá á Facebook seinnapartin sambært Ritzau.
– Ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum hava stuðlað mær gjøgnum seinastu tíggju árini, skrivar hon og leggur afturat, at hon er til reiðar at fara aðrar leiðir.
Aaja Chemnitz hevur sitið í fólkatinginum síðan 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald