- Í sambandi við at tað sambært kongaligum opnum brævi frá 26. februar 2026 er skrivað út val til Fólkatingið, verður harvið ásett, at val til Fólkatingið verður í Føroyum týsdagin tann 24. mars 2026, smbr. § 23 og § 24 í lógarkunngerð nr. 1432 frá 1. desember 2023 um fólkatingsval í Føroyum.
Hetta upplýsir Ríkisumboðið í Føroyum júst nú.
Harvið skulu føroyingar bæði á fólkatingsval og løgtingsval í seinastu fullu vikuni í mars.
Annars hava gitingar verið um, at fólkatingsvalið í Føroyum fer at vera eina øðrvísi dagfesting í Danmark. Hetta so tað ikki verður so stutt millum valini.
Í 2022 sluppu føroyingar at framskunda fólkatingsvaldagin, av tí at valdagurin í Danmark var alhalgannadagur.
Løgmaður segði annars við Kringvarpið fyrr í dag, at hann umhugsaði at hyggja uppá at fáa valini sama dag - hóast tað var ósannlíkt.
Sí eisini: Fólkatingsval verður 24. mars
Nú eru boð komin úr Danmark, sum Lene Moyell Johansen ber víðari: Íbúgvar í Føroyum skulu á fólkatingsval týsdagin 24. mars.
- Atkvøðugreiðslan á valdegnum byrjar kl. 9 og heldur fram til kl. 20 og so leingi hareftir, veljarar framvegis møta fyri at greiða atkvøðu.
Verður dagført
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald