Mentan

Teresa í vanda

Eftir eina heldur tilvildarliga atkvøðugreiðslu, stendur Teresa Ovenberg brádliga uttan partnara undan parceremoniini. Karl umhugsar at skifta sín partnara út og harvið bjarga Teresu

Teresa Ovenberg hyggur yvir á Karl Weihe, sum kann gerast hennara bjargingamaður (Mynd: Viaplay)

Teresa Ovenberg hyggur yvir á Karl Weihe, sum kann gerast hennara bjargingamaður (Mynd: Viaplay)

2026-02-26 21:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagsins partur av Paradise Hotel endar við veruligum spenningi - sæð við føroyskum eygum. Teresa Ovenberg, sum annars hevur staðið trygg seinastu tíðina, stendur brádliga uttan partnara til parcerimoniina.

Tað kann vera rættiliga tilvildarligt í Paradise Hotel, og tað er hendan vikan á luksus uppihaldinum í Meksiko prógv um.

Av tí, at tey bæði Jasmin og Marius verða lokkað í eina fellu, gerst greitt, at annar teirra skal tjekka út av hotellinum. Hetta skal gerast við atkvøðugreiðslu. Men tey fáa møguleika at velja ein hvør, at taka við í fallinum.

Partnarin hjá Teresu verður valdur at skula standa lið um lið við Jasmin, og tey enda við at blíva atkvødd út.

Tað setur Teresu í vandamikla støðu til sonevndu parcerimoniina, sum skal vera dagin eftir. Karl byrjar at umhugsa at skifta sín partnara út og harvið bjarga Teresu.

- Tað er so umráðandi, at Teresa verður verandi á hotellinum. Um Teresa ikki kann standa saman við Marius, so fari eg so langt, at eg velji hana, sigur Karl Weihe í sendingini, men fyri partnara hansara er hann ikki líka erligur.

- Teresa er 10.000 ferðir betri partnari enn Nikoline, og tað hevði verið ein sovorðin lætti at staðið saman við henni, sigur sandavágsmaðurin, at enda í partinum.

Hvussu tað verður við Teresu og ikki minst Karli, fæst ikki at vita fyrr enn í næstu viku.

Paradise Hotel sæst á Viaplay og nýggir partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.

--

Og so er aftur hugni á kamaranum millum Karl Weihe og Nikoline, men tað er - sum sandavágsmaðurin orðar seg - nógv trýst á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

(Upptøka: Viaplay)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder