Mentan

Myndir: Hósdagin løgdu flaggskipini leiðina til Danmarkar

Flaggskipini løgdu hósdagin leiðina til Danmark, har tey fara at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Merkinum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-21 15:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Flaggskipini løgdu hósdagin leiðina til Danmark, har tey fara at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Merkinum. Við á túrinum eru Johanna, Westward Ho, Dragin, Tórshavn, Norðlýsið, Heimdal og Norðan.

Tórshavnar kommuna hevur lagt nakrar myndir frá hátíðarløtuni á Bursatanga áðrenn seglskipini løgdu leiðina avstað, út á Facebook. Jákup Dam, býráðslimur, sum segði nøkur orð, áðrenn lagt varð frá landi.

[object Object]

Jákup Dam takkaði vegna Tórshavnar kommunu felagnum Føroysk Træseglskip fyri hetta óføra tiltak - eins og teirra týdningarmikla arbeiði at varðveita hesi skip.

- Hetta er einki minni enn livandi siðsøguligur mentanararvur, sum føroyska tjóðin ongantíð má missa burtur, tí sluppirnar meira enn nakað annað vóru tær, sum slóðaðu fyri teirri stóru samfelagsligu menningini, vit hava upplivað seinastu 130 árini.

- Sluppirnar vóru eisini partur av okkara frælsisstríði, okkara stríði fyri viðurkenning av Merkinum. Tað var ein slupp, sum fekk boð um at strika Dannebrog og at vinda Merkið á stong – og frá tí løtu at rokna var Merkið at rokna sum okkara tjóðarmerki.

[object Object]

- Og hóast prísurin var øgiligur, sigldu vit øll krígsárini undir Merkinum, segði Jákup Dam m.a. Hann vísti á, at nú sigla sluppirnar minnisferðir at greiða frá um farnar tíðir. Tær styrkja okkara søguliga og mentanarliga tilvit, og tær geva okkum orsøk til at steðga á og undrast.

Hann endaði við at ynskja góða og trygga sigling og endaði við kvøðuni, sum ljóðaði í hvørji stovu í landinum, tá menn tóku klæðssekkin á bakið og søgdu farvæl.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder