- Tú hevur tikið hetta og gjørt tað til títt - við tínari søgu. Fantastiskt.
Martin Christian Restorff, betri kendur sum M.C Restorff, fegnaðis um framførsluni hjá Jóhannu Sámalsdóttir. Unga toftakvinnan tulkaði "Trúgv", sum er ein av kendu sangunum hjá M.C., og fekk hon sína søgu um stríð og frið inn í tað.
Hoyr framførsluna ovast ella her
Til ber at síggja og hoyra hinar framførslurnar hjá spírunum á Youtube-síðuni hjá Kringvarpinum
Hetta var næstseinasta sendingin í Hoydølunum - tann seinasta verður hósdagin 5. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald