– Hittini eru mong, løgini leggja upp til felagssang, og orðini eru stuttlig og prikandi.
Grandma's Basement spælir lívligan popprock, og teir er nú til reiðar at spæla aftur á Summar Festivalinum, skrivar festivalurin í tíðindaskrivi í morgun.
Grandma’s Basement byrjaði sum kjallarabólkur, og í 2010 teir fóru at spæla inn og geva út tónleik. Hittini eru eitt nú "Hon fær ongantíð nokk", "Renna nakin", "Bangna beistið" og "Sýrahøvd".
Bólkurin hevur spælt á Summar Festivalinum fleiri ferðir, og tá festivalurin verður aftur í døgunum 6. til 8. august, verða teir aftur á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald