Sunda kommuna samtykti á býráðsfundi 25. februar 2026 at seta Jens Michael Jensen í starv sum kommunustjóra.
Tá kommunan søkti eftir nýggjum kommunustjóra herfyri, komu 15 umsóknir til starvið, og út frá eini heildarmeting av útbúgving, royndum og persónligum eginleikum, varð samtykt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Jens Michael Jensen í starvið, skrivar kommunan.
Jens Michael er sonur Hansinu og Jens Jensen í Tjørnuvík. Sostatt er talan um ein kommunustjóra, ið hevur slitið sínar barnaskógvar í kommununi, og ein kommunustjóra, ið kennir økið, fólkið og samansetingina av kommununi væl.
Jens Michael er 35 ára gamal og er í dag búsitandi í Hoyvík saman við unnustu sínari. Saman eiga tey ein son og eina dóttir.
Eftir at hava lokið studentsprógv starvaðist Jens Michael í barnagarði í kommuni í eitt ár. Síðan fór hann at læra til kundaráðgeva í táverandi Eik Banka. Eftir hetta flutti Jens Michael niður til Danmarkar, har hann fór á politiskúla. Eftir at hava lokið útbúgving sum løgreglumaður, fluttu tey heim aftur til Føroya í 2018, har hann síðan framhaldandi starvaðist sum løgreglumaður.
Eftir eina tíð fór Jens Michael undir at lesa løgfrøði á Fróðskaparsetrinum við síðurnar av starvinum sum løgreglumaður. Eftir loknan lestur starvaðist Jens Michael eitt styttri tíðarskeið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, áðrenn boð aftur vóru eftir honum í Betri Banka. Har hevur hann starvast fram til nú.
Eftir ætlan byrjar Jens Michael í starvinum hjá Sunda kommunu 1. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald