2026-02-27 15:13
Í annaðkvøld verður konsert við bólkinum Tunghoyrt í Listastovuni í Míðvági.
Tunghoyrt varð stovnað á heysti 2024 og er mannaður av fýra 19 ára gomlum monnum, sum spæla harðan tónleik við íblástri frá 90’ara rokki.
– 2025 tóku teir bæði Sement, SPOT Festival, G!, ólavsøku og pallarnar kring landið við stormi – og nú leggja teir leiðina framvið Listastovuna leygarkvøldið 28. februar.
– Í februar góvu teir út sína fyrstu EP, ÓJÓ, sum longu hevur fingið góða móttøku og verður hon at hoyra á konsertini, stendur í tíðindaskrivi frá Listastovuni.
Teir, sum manna bólkin, eru:
- Bjarni Jakobsen – trummur
- Erik Reynheim – bass
- Helge Greve – guitar
- Jóni Strøm – vokal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald