Innanlands

Sambandsflokkurin vil tryggja vælferð á fólkatingi

Sambandsflokkurin hevur fimtan valevni á fólkatingsvalinum og vil arbeiða fyri viðgerðartrygd, hægri ríkisveiting og atgongd til sendistovur

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-21 12:09 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í morgun klokkan 10.00 varð valskráin hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið løgd fram í Smæruni í Havn. Og meðan Tjóðveldi í gjár boðaði frá, at flokkurin fer at vera fullveldisrøddin á fólkatingi, vil Sambandsflokkurin hinvegin arbeiða fyri at menna og styrkja ríkisfelagsskapin. 

Bárður Nielsen, formaður í flokkinum, legði valskránna fram. Og flokkurin hevur sett 10 mál á dagsskrá, sum hann fer at arbeiða fyri. Millum annað skal eitt sambandsumboð á fólkatingi arbeiða fyri, at føroyingar skulu koma undir donsku viðgerðartrygdina, sum tryggjar at danskir sjúklingar hava rætt til viðgerð innan 30 dagar, um teir gerast sjúkir. Flokkurin hevur longu boðað frá, at hesum skal arbeiðast fyri í Føroyum, soleiðis at føroyingar eisini fáa viðgerðartrygd í Føroyum. Men afturat einari føroyskari viðgerðartrygd, skulu sjúklingar hava rætt til viðgerð í Danmark innan 30 dagar, um viðgerðartilboð ikki er til staðar í Føroyum. 

Sambandsflokkurin boðaði eisini frá, at flokkurin fer at arbeiða fyri, at blokkurin aftur verður prístalsreguleraður, eins og hann bleiv, tá Sambandsflokkurin var í samgongu frá 2011 til 2015. Eisini skal meira gerast við at styrkja føroyska sambandi við danskar sendistovur kring heimin. 

[object Object]
Sambandsflokkurin hevur fimtan valevni til fólkatingsvalið (Mynd: Sverri Egholm) 

Men alt er ikki bara ljósareytt í ríkisfelagsskapinum sambært Sambandinum. Flokkurin boðaði nevnliga eisini frá, at eisini hann vil arbeiða fyri at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina, sum flokkurin var við til at samtykkja í 2005. Lógin ger, at Føroyar ikki kunnu verða umboðaðir sjálvstøðugt í felagsskapum, har Danmark longu er limur. Tá skulu Føroyar, Danmark og Grønland føra sama politikk. Men Bárður Nielsen segði á fundinum, at lógin er vorðin ein spennitroyggja fyri Føroyar og skal tí  endurnýggjast nú. 

Fimtan valevnir til fólkatingsvalið 
Sambandsflokkurin hevur 15 valevnir til fólkatingsvalið. Tey flestu nøvnini eru kend, og stilla eitt nú Johan Dahl, Edva Jacobsen og Rósa Samuelsen upp aftur, eftir at tey ikki hava umboða flokkin í politiskum sessum seinastu árini. Ímillum nýggju nøvnini er Eyðdis Hartmann Niclasen, sum er borgarstjóri í Vága kommunu. 

Valevnini hjá flokkinum eru hesi:

Bárður á Steig Nielsen, 

Johan Dahl, 

Sunneva Simonsen Ludvig, 

Jákup Fróði Djurhuus, 

Edmund Joensen, 

Rósa Samuelsen, 

Erhard Joensen, 

Ragnar Isaksen, 

Magnus Rasmussen, 

Jensia Højgaard Kjærbæk, 

Kaj Leo Holm Johannesen, 

Helgi Abrahamsen, 

Edva Jacobsen, 

Eyðdis Hartmann Niclasen, 

Jaspur Langaard, 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder