Innanlands

Tey næstvaldu í trimum flokkum stilla ikki uppaftur

Bjørt Samuelsen, Ingilín Didriksen Strøm og Magnus Rasmussen fingu øll yvir 700 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022. Flokkar teirra skulu finna atkvøður aðrastaðni um ein mánaða

Um hugt verður eftir kvinnuligum valevnum, so eru tær við ávikavist næstflest og triðflest atkvøðunum til seinasta væl, vekk nú. Bjørt Samuelsen og Ingilín Didriksen Strøm hava í kvøld gjørt støðu sína greiða

Um hugt verður eftir kvinnuligum valevnum, so eru tær við ávikavist næstflest og triðflest atkvøðunum til seinasta væl, vekk nú. Bjørt Samuelsen og Ingilín Didriksen Strøm hava í kvøld gjørt støðu sína greiða

2026-02-27 20:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag skrivaðu vit, at nógvar atkvøður ganga leysar. Hetta var í sambandi við verljarakanningina, sum Spyr.fo gjørdi fyri FM1 og Portalin hósdagin.

Sí eisini: Tjóðveldi tapir eftir samgonguslitið

Beint yvir 15 prosent siga seg ikki hava avgjørt enn, hvør flokkur skal hava sína atkvøðu. Men tað er eru eisini nógvar leysar atkvøður, í mun til valevni, sum ikki stilla upp aftur.

Í síðstu viku gjørdist greitt, at Magnus Rasmussen ikki stillar uppaftur. Hann var næstvaldur á sambandslistanum í 2022 við 712 atkvøðum.

Sí eisini: Nakað yvir 1.000 leysar sambandsatkvøður í Eysturoynni

Eftir løgmann hevur Ingilín Didriksen Strøm verið næstvald á javnaðarlistanum tvey tey seinastu valini. Hetta valskeiðið fór hon frá sum landsstýriskvinna, og tíðliga í kvøld kunngjørdi javnaðarkvinnan, at hon tekur ein steðg í politikki.

Næstvalda á Tjóðveldislistanum í 2022 gevst í politikki eftir 18 ár í Løgtinginum. Bjørt Samuelsen var bert tríggjar atkvøður aftanfyri Høgna Hoydal á seinasta løgtingsvali. Hon hevur verið løgtingsforkvinna hetta tingskeiðið - á heysti 2024 tapti Bjørt Samuelsen valið um formanssessin í flokkinum.

[object Object]
Tað eru atkvøðuslúkar, sum stóru flokkarnir skulu avloysa til valið 26. mars (Skíggjamynd: Kringvarpið)

Sí øll valúrslitini frá 2022 her

Av kvinnunum á tingi fingu Ingilín og Bjørt flest og næstflest atkvøður í 2022 - Ruth Vang, landsstýriskvinna er einasta kvinna við fleiri atkvøðum á seinasta vali (978).

Umframt tey næstvaldu, er greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen ikki stillar upp aftur í mars. Hesum boðaði sambandsmaðurin frá fyrr í dag  - hetta eftir 25 ár í politikki.

Henrik Old hevur verið í politikki síðani í 1980'unum. Eftir øllum at døma gevst 78-ára gamli vágbingurin nú. Stórt ivamál er sum skilst um ein væl yngri javnaðarmann, Una Holm Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder