- Eg trúgvi tað er meira tað, at man veður noyddur. Tá man útihýsir ein so stóran flokk vera fáar samansetingar møguligar, í mun til at skipa samgongu. Trúgvi at tað er ein praktisk loysn. Tað er eingin loyna, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin standa langt frá hvørjum øðrum hugsjónarliga. Men hinvegin hava samgongur við báðum hesum flokkunum ofta avrika nógv.
- Tíðin er komin at lata upp fyri tí í øllum førum. So mugu vit síggja, hvat er møguligt.
Soleiðis segði Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, tá hann var í útvarpsstovuni hjá FM1 seinnapartin til poltiskt kjak.
Hans Jacob, Eirikur í Jákupsstovu (Tjóðveldi) og Bjarni Kárason Petersen (Framsókn) hildu, at fráfarandi samgongan hevur "avrikað nógv, og at samstarvið á ymiskan hátt hevur verið øðiliga gott".
Veljarakanningarnar hava annars verið beinleiðis vánaligar hjá Javnaðarflokkinum, samanborið við onnur val, og tað hevur heldur ikki sæð so pent út allan vegin hjá Framsókn og Tjóðveldi.
Tó hevur ein framgongd verið hjá Framsókn og Javnaðarflokkinum síðani ljótastu veljarakanningarnar fyri báðar flokkar hetta valskeiðið, sum varð gjørd 3. februar. Hetta vísir feska veljarakanningin hjá FM1 og Portalinum, sum spyr.fo gjørdi í gjár.
Sí eisini: Tjóðveldi tapir í størstan mun eftir samgonguslitið
![]()
Umboð fyri samgonguflokkarnir vitjaðu útvarpsstovuna hjá FM1 seinnpartin - í næstu viku vitja umboð úr øðrum flokkum, og næstu vikurnar verður nógv valkjak á okkara pallum (Mynd: Sverri Egholm)
Eirikur í Jákupsstovu heldur, at framgongdin hjá hinum báðum samgonguflokkunum og egna afturgongd hongur saman við, at stórt fokus hevur verið á Javnðarflokkin og Framsókn hesa vikuna. Bjarni Kárason Petersen heldur, at tað kanska er eitt "hagfrøðiligt miðaltal" hjá teimum, og tað at summi fólk eru ótrygg um millum annað Suðuroyartunnilin, ið Framsókn er ímóti.
Hans Jacob Thomsen staðfestir, at veljarar eftir øllum at døma verið vónbrótnir av serliga brotna vallyftinum um styttu arbeiðsvikuna. Vekfallini í valskeiðnum hava helst eisini skatt flokkin, sum stendur "einsamallir sum veruligur vinstra flokkur í Føroyum", staðfestir sumbingurin.
Hann heldur tó avgjørt, at Javnaðarflokkurin skal satsa uppá kjarnumálini í valstríðnum, og at "flokkurin eisini er byrjaður at standa upp fyri sínum málum og enn er ein vinstraventur flokkur".
Um flokkurin endar í samstarvið við Fólkaflokkinum, sum væntast at verða væl størsti flokkurin á løgtingsvalinum 26. mars, má tíðin vísa.
Á landsfundi avnaðarfloksins í mai í fjør staðfesti Aksel V. Johannesen, at Javnaðarflokkurin aftur er til reiðar at samstarva við allar flokkar á tingi - har ímillum Fòlkaflokkin. Hetta eftir tólv ár við útihýsan á hesum økinum. Nakað sum hevur verið ein av høvuðsorsøkin til blokkpolitikkin í Føroyum, sum hevur valdað síðani 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald