Innanlands

Seinastu dagarnar snúð seg um Framsókn og Javnaðarflokkin - væntar sjey tingfólk til Tjóðveldi

- Í øllum førum tað helt Eirikur í Jákupsstovu vónríkur fyri á FM1 í gjár. Tjóðveldi liggur annars í løtuni til bert fimm tingfólk sambært okkara fesku veljarakanning - við 15 prosentum

Landsstýrismaðurin í Tilfeingis- og vinnumálum í útvarpsstovuni í gjár. At Tjóðveldi ikki stendur saman í øllum málum, er ein støða sum hevur verið greið leingi, vísir hann á (Mynd: Sverri Egholm)

Landsstýrismaðurin í Tilfeingis- og vinnumálum í útvarpsstovuni í gjár. At Tjóðveldi ikki stendur saman í øllum málum, er ein støða sum hevur verið greið leingi, vísir hann á (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-28 08:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi í grundini, at tann veljarakanningin sum er komin nú, er eitt úttrykk fyri, at hesir síðstu dagarnar hava snúð seg um Framsókn og Javnaðarflokkin, meðan vit hava arbeitt við at fáa tingini gjørd.

Soleiðis helt Eirikur í Jákupsstovu fyri, tá vit í kjaksending á FM1 fríggjadagin fyrihildi Tjóðveldismanninum keðiligu veljarakanning floksins.

Talan er um tí fyrstu, eftir at løgmaður útskrivaði nýval mikudagin og samstundis sleit samstarvið við júst Tjóðveldi og Framsókn - í einri viku har ónøgd í Javnaðarflokkinum við serliga Framsokn í sambært við stórmál kom fram.

Veljarakanning: Tjóðveldi tapir eftir samgonguslitið - spyr.fo gjørdi hósdagin fyri FM1 og Portalin.

At Tjóðveldi ikki stendur saman í øllum málum, er ein støða sum hevur verið greið leingi, vísir Eirikur í Jákupsstovu á, tá vit fyrihalda hann til, um Tjóðveldi veruliga hevur ført so nógv ígjøgnum. 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað at Erling Eidesgaard og Liljan Weihe ikki atkvøddu fyri at fara undir at projektera og bjóða Suðuroyartunnilin við Djúpadalsleiðini, "ikki hevði nakra ávirkan". Og ikki var óvæntað.

Hoyr kjakið her: -- Vit hava nógv at arbeiða við og fólkatingsvalið fer at órógva

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Í mun til gongdina í veljarakanningunum, vísir eiðismaðurin í Klaksvík á, at Tjóðveldi hevur ligið áleið har sum nú: Onkutíð hægri við seks tingfólki og nærum sjey. 

Barometrið: Síggj veljarakanningarnar

Nú liggur tað á fimm tingfólkum og 15 prosentum hjá Tjóðveldi. Eirikur í Jákupsstovu hevur tó góðar vónir, og vætar tað fer nakað upp til løgtingsvalið 26. mars. Hann setur eisini tal á:

- Eg vænti, at vit enda á í øllum førum sjey tingfólkum.

Sí eisini: Hans Jákup Thomsen: - Tá man útihýsir ein so stóran flokk vera fáar samansetingar møguligar

Hoyr alla sendingina her

Nakað eftir at sendingin fór í luftina, gjørdist greitt at næstvalda á Tjóðveldislistanum í 2022, tingforkvinnan Bjørt Samuelsen, gevst í politikki.

Sí eisini: Nógvar atkvøður ganga leysar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder