Uttanlands

Iran undir álopi

Bæði USA og Ísrael boða í morgun frá, at tey hava lopið á Iran

Roykur yvir Teheran, høvuðsstaðin í Iran (Mynd: EPA)

Roykur yvir Teheran, høvuðsstaðin í Iran (Mynd: EPA)

2026-02-28 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bæði USA og Ísrael hava í morgun lopið á Iran, skriva altjóða miðlar í morgun.

Amerikanski forsetin, Donald Trump váttaði í morgun, at USA var farið undir umfatandi álop á Iran. Frammanundan hevði ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz upplýst, at Ísrael var farið undir eitt sonevnt "fyribyrgjandi álop" á Iran.

Álopsmálini hava m.a. verið kjarnorkuverk og rakettir, og eisini er boðað frá, at skrivstovan hjá Khamenei Ayatollah er rakt. Sambært tíðindastovuni Reuters er andaligi leiðarin í Iran tó fluttur til eitt trygt stað.

Seinastu tíðina hevur støðan verið sera spent millum USA og Iran, sum hava verið undir samráðingar um eina nýggja kjarnorkuavtalu. Trump hevur fleiri ferðir hótt við at leypa á, um Iran ikki ger eina avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder