Í morgun boðaðu USA og Ísrael frá umfatandi álopum á Iran, og Iran hevur í morgun svarað aftur.
Iranska kollveltingarverjan upplýsir, at "fyrsta bylgjan av umfatandi rakett- og dronuálopum" móti Ísrael er byrjað, og ísraelski herurin hevur eisini boðað frá, at rakettir eru skotnar úr Iran.
Boðað verður eisini frá spreingingum í m.a. Barain, Kuvait, og Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum. Øll hesi lond hava amerikanskar herstøðir.
Íbúgvar í Katar hava fingið boð um at halda seg innandura og burtur frá herstøðum. Verjumálaráðið í Katar hevur upplýst, at ein iransk rakett er skotin niður, og er loftrúmið yvir Katar stongt. Tað sama er galdandi fyri loftrúmið yvir Bahrain, skrivar Berlingske.
USA váttar, at ein amerikonsk herstøð í Barain er undir álopi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald