Eitt amerikanskt sjúkrahússkip fer at bøta um atgongdina hjá grønlendingum til fleiri heilsutænastur, sigur serliga amerikanska sendifólkið til Grønlands, Jeff Landry.
– Skipanin hjá Danmark hóskar til Danmark, men hon hóskar ikki til Grønland, skrivar hann á sosiala miðlinum X.
– Bara tí, at Grønland hevur eina líknandi skipan viðvíkjandi heilsutænastum, merkir tað ikki, at úrslitini eru tey somu, skrivar hann og vísir til eina talvu, har tað framgongur, at Grønland m.a. hevur hægri títtleika av tuberklum enn í Danmark, og at livialdurin í Grønlandi er lægri.
Kjeld Møller Pedersen, professari í búskaparfrøði og formaður í grønlendska heilsuráðnum heldur tó ikki, at eitt sjúkrahússkip kann gera nakran mun hesum viðvíkjandi. Heldur ikki, um skipið skuldi verið í Grønlandi í fleiri ár, sigur hann sambært Ritzau.
Fyrr í hesum mánaðinum boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at eitt amerikanskt sjúkrahússkip var ávegis til Grønlands at taka sær av teimum mongu sjúku, sum sambært honum, ikki fáa viðgerð í Grønlandi.
Les eisini: – Sjúkrahússkip ávegis til Grønlands
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen hevur tó sagt, at grønlendingar ikki eru áhugaðir í at taka ímóti einum amerikonskum sjúkrahússkipi.
Les eisini: – Tað verður eitt nei takk herfrá
Les eisini: – Skamma teg
Týsdagin loysti amerikanska sjúkrahússkipið USNS Mercy frá bryggju í Alabama. Sambært heimasíðuni Marine Traffic er skipið í løtuni statt í Karabiska havinum. Tað framgongur ikki á heimasíðuni, hvar skipið skal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald