Uttanlands

Trump: Khamenei er deyður

Bæði amerikanski forsetin og ísraelskir miðlar skriva, at ovasti leiðarin í Iran er deyður

Ali Khamenei, ovasti leiðari í Iran er deyður, sigur m.a. amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Ali Khamenei, ovasti leiðari í Iran er deyður, sigur m.a. amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-02-28 22:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ali Khamenei ayatollah, ovasti leiðarin í Iran, er deyður.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at ísraelskir miðlar hava borið tíðindini um, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu sigur seg hava sæð myndir av deyða iranska leiðaranum.

– Khamenei, ein av óndastu persónunum í søguni, er deyður, skrivar Trump á sín egna sosiala miðli, Truth Social.

Hann sigur einki um, hvar hann hevur hesar upplýsingar frá.

Sambært Ritzau hevur Iran ikki váttað tíðindini.

Ísrael og USA fóru í morgun undir umfatandi álop á Iran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder