Sjey stuttfilmar kappaðust um ársins Geyta í kvøld í Norðurlandahúsinum. Vinnarin av gyltu standmyndini gjørdist stuttfilmurin “Mammuskepilsið”. Maria Tórgarð hevur leikstjórnað.
Áskoðararnir í salinum vóru samdir í, at hetta var besti filmurin; tí tá atkvøðast skuldi fyri, hvør skuldi vinna áskoðaravirðislønina, fall valið eisini á Mammuskepilsið, ið soleiðis vann báðar virðislønirnar hetta kvøldið.
Dómsnevndin segði soleiðis:
– Vinnarafilmurin í kvøld er ein makaleyst fortald lagnusøga. Stuttfilmurin grípur hyggjaran frá byrjan, og við kønari hond verða vit boðin innar at vitja undir umstøðum, sum allan vegin kennast eins ektaðar og virðiligar, sum tær kunnu vera uppskakandi. Við hegni og dirvi leiðir leikstjórin okkum innar, har óviðkomandi ikki vanliga hava atgongd.
– Hesin heimildarfilmur er ein samansett perla sum virðiliga, hjartaliga og inniliga ber seg allan vegin á mál.
Runavíkar kommuna hevur latið peningaupphæddina til Geytavirðislønina, ið er 55.000 krónur, og Tórshavnar kommuna hevur latið peningaupphæddina til áskoðaravirðislønina, ið er 50.000 krónur.
Filmsfelagið handaði “Andøvsfiskin” til Jón Hammer, framleiðara við Outliers Projects.
![]()
Maria Tórgarð og Jón Hammer
Stuttfilmskappingin Geytin er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald