Uttanlands

– Iran eigur at hevna seg

Tað sigur iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, sum er við í einum fyribils leiðsluráði, sum skal standa á odda fyri Iran, inntil nýggjur leiðari er funnin

Masoud Pezeshkian, forseti í Iran (Mynd: EPA)

Masoud Pezeshkian, forseti í Iran (Mynd: EPA)

2026-03-01 12:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú andaligi leiðarin í Iran, Ali Khamenei ayatollah er deyður, byrjar ein skiftistíð í Iran, har eitt fyribils leiðsluráð verður skipað, inntil ein nýggjur leiðari er valdur.

Forsetin, Masoud Pezeshkian; leiðarin av iransku rættarskipanini, Gholamhossein Mohseni og ein løgfrøðingur úr varðmannaráðnum taka sær av hesum, inntil ein nýggj ayatollah er funnin. Hvør løgfrøðingur tað verður, er ikki váttað, men sambært m.a. Berlingske er talan um Alireza Arafi.

Sambært iransku stýrisskipanini skal ein nýggjur leiðari veljast av somu nevnd, sum valdi Khamenei - ein nevnd av serfrøðingum, sum hevur 88 limir, skrivar Ritzau.

Iranski forsetin heldur, at Iran eigur at hevna seg eftir drápið á Khamenei ayatollah.

– Islamiska lýðveldið Iran sær tað sum eina lógliga skyldu og ein rætt at hevna seg móti drápsmonnunum og teimum, sum stóðu aftanfyri hetta søguliga brotsverk, sigur forsetin sambært iranskum sjónvarpi.

Iranski forsetin sigur, at drápið á Ali Khamenei ayatollah er ein krígsavbjóðing móti øllum muslimum, serliga shia-muslimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder