Uttanlands

Formaðurin í Danska fólkaflokkinum hevur eitt krav

Morten Messerschmidt ynskir bert at vera partur av einari borgarligari stjórn, sum kann lova, at fleiri muslimskir tilflytarar fara úr Danmark, enn inn í landið

Morten Messerschmidt, formaður í Danska fólkaflokkinum (Savnsmynd)

Morten Messerschmidt, formaður í Danska fólkaflokkinum (Savnsmynd)

2026-03-01 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski fólkaflokkurin fer bert uppí eina stjórn, sum kann lova, at fleiri muslimskir tilflytarar fara úr Danmark enn inn í landið.

Tað skrivar formaðurin í flokkinum, Morten Messerschmidt á Facebook.

– Um stjórnin ikki kann ganga hesum kravinum á møti, so koppa vit henni. Ikki so nógv tvætl, skrivar hann.

– Tað er neyðugt fyri, at Danmark verður verandi danskt.

Sambært DR vísir hann á, at tað er umráðandi at fáa "vent gongdini í mun til muslimskar tilflytarar".

Hann sigur, at talið á muslimskum tilflytarum er økt, uttan mun til, hvør hevur sitið við valdið seinastu 30-40 árini.

– Og tað má fáa ein enda nú, tí annars er einki Danmark. So verða danir ein minniluti í Danmark, og tað kunnu vit ikki liva við. Tí gera eg tað, sum er eitt sindur óvanligt, og seti hetta eina endaliga kravið, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder