Heimurin fer ikki at sakna Ali Khamenei ayatollah, sum í gjár varð dripin í álopum á Teheran, sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.
Les eisini: Iran váttar: Khamenei er deyður
– Iranska prestastýrið hevur hótt sítt egna fólk og hótt frælsa heimin við møguligum kjarnorkuvápnum, sigur hann sambært Ritzau.
– Heimurin fer ikki at sakna Ali Khamenei ayatollah, sum nú er dripin, eftir at USA hevur lopið á iranska yvirgangsstýrið.
Troels Lund Poulsen vónar, at deyða Khamenei kann elva til broytingar hjá iranska fólkinum.
– Mín vón er, at hetta er eitt stig ímóti, at iranska fólkið fær sítt frælsi, og at vit harvið kunnu gera heimin meira tryggan.
Les eisini: – Iranska stýrið er óndskapurin sjálvur
Les eisini: – Iran eigur at hevna seg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald