Lovsongsbólkurin HMU Lovsongur, sum í fjør gav út sínar fyrstu tvær útgávur, er nú aftur við nýggjari útgávu.
Talan er um lagið “Fest títt eyga á Jesus", sum varð tikið upp á nýggjárslegu í januar, har fleiri enn 200 ung savnaðus tum evnið "Friður", skrivar Trúboðin.
Sálmurin varð skrivaður í 1918 av Helen Howarth Lemmel, sum hevur skrivað fleiri hundrað sálmar.
Lovsongsbólkurin á leguni var mannaður við sangarum og tónleikarum úr øllum Føroyum og í ymiskum aldri. Nýggja útgávan kann hoyrast omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald