Føroyingar skulu á val tvær ferðir í mars mánað. Løgtingsval er útskrivað at vera 26. mars og fólkatingsval tveir dagar áðrenn, 24. mars.
Valstríðið er longu skotið í gongd, og á Portalinum og FM1 eru nógvir møguleikar at gerast sjónligur og røkka veljarunum.
Lýsingar á netinum
Øll skulu sleppa framat, og tí hava vit ymsar møguleikar at lýsa. Við lýsingaskipanini Vevlýsingar ber til hjá valevnunum og flokkunum sjálvi at avgreiða sínar lýsingar á høvuðssíðuni portal.fo, men eisini á hinum síðunum í Portal-universinum, dagur.fo, roysni.fo, fiskur.fo osv.
FM1
Størsta privata útvarpsstøðin í landinum, FM1, er eisini klár til val. FM1 bjóðar valpakkar til valevni og flokkar. Hetta við ljóðlýsingum, valsendingum, kjaksendingum og netlýsingum á fm1.fo.
Lýsingaskíggjar
Vit hava heilar níggju lýsingaskíggjar í Havnini, Runavík og Klaksvík.
Mannbrekka, Hoyvík
Glasir, Tórshavn
J.C. Svabosgøta við Landssjúkrahúsið
Í Mannbrekku í Hoyvík, í Steinatúni í Havn, á Marknagilsvegnum við Glasir, og hjá Berg Motors á Hálsi, har tveir skíggjar eru, og túsundtals bilar koyra framvið hvønn dag.
Annar skíggin hjá Berg Motors á Hálsi í Havn
Umframt nógvu møguleikarnir í Havn, er lýsingaskíggi á Fornagørðum miðskeiðis í Klaksvík og ein í miðbýnum í Runavík. Hesir lýsingaveggir koyra allir umvegis Vevlýsingar, og til ber at brúka somu lýsingar á netinum sum á lýsingaskíggjunum. Kostnaðurin er úr 25 krónum um tíman.
Høvuðsvegurin í Runavík
Á Fornagørðum, Klaksvík
Lesarabrøv
Á lesarin.fo verða øll lesarabrøv savnaði. Tað er ókeypis at fáa sítt lesarabræv á lesarin.fo, men møguleiki er eisini at seta lesarabævið í fokus og sleppa gjøgnum tíðindastreymin á portal.fo.
Kostnaðurin fyri hetta er 1500 krónur, og lesarabrævið verður tá eisini standandi aftaná fjórðu grein á forsíðuni á Portalinum í tvey samdøgur.
![]()
![]()
Valevni leggja sjálvi síni lesarabrøv inn á lesarin.fo og seta í fokus, og rita inn umvegis brúkaraskipanina ID.fo, sum Sp/f Miðlar hava ment. Brúkari verður stovnaður umvegis títt telefonnummar, og hetta skal forða fyri, at huldufólk sleppa framat.
Kom í gongd
Tú kanst longu nú fara inn á vevlysingar.fo og avgreiða tínar lýsingar. Vitja vevlysingar.fo her.
Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við okkara søluráðgevar. Saman finna vit útav hvat besta loysnin er til tín tørv og hóskandi prís.
Borgar Kristiansen
tlf. 23 66 01
[email protected]
Jónas Ákason
tlf. 55 11 08
[email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald