Hann er best kendur sum fótbóltsspælari - serliga úr barndómsfelagnum NSÍ. Hann hevur eisini umboðað øll ungdómslandsliðini, men nú skal hann á ein annan vígvøll.
Á uppstillingarfundi hjá Eysturoyar Fólkafloksfelag í kvøld, er Steffan Abrahamsson Løkin komin á listan hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið 2026.
Tað er fyrstu ferð, at 25-ára gamli maðurin úr Saltangará fer inn í politikk.
Bill og Rósa - úr Miðflokkin í Fólkaflokkin
Tað er ikki fyrstu ferð hjá Bill Justinussen, sum hevur sitið fleiri setur fyri Miðflokkin.
Síðani Bill Justinussen kom upp í Fólkaflokkin, stutt eftir at hann ikki var afturvaldur í 2022 (382 atkvøður), hevur tað verið greitt, at nú 62-ára gamli glyvramaðurin fór at stilla upp fyri Fólkaflokkin.
![]()
Tingmaðurin er á fyrsta uppstillingarflokkinum í kvøld komin uppá listan hjá Fólkaflokkinum, og tað er Rósa Tyril Gaardlykke eisini.
Gøtukvinnan hevur í hesum tingskeiðnum verið fyrsta varafólk hjá Miðflokkinum - millum annað tí at Bill gavst í Miðflokkinum. Rósa fekk 93 atkvøður og hevur avloyst í tinginum í tíðarskeiðnum.
Annars var einki bilsni á uppstillingarfundinum í kvøld: Bárður á Lakjuni var næstvaldur á Fólkaflokslistanum í 2022, og stillar fuglfirðingurin í Leirvík upp aftur.
Uni Rasmussen, ið áður hevur veirð á tingi, stillar eisini upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald