44 umsóknir komu til starvið sum stjóri í Norðurlandahúsinum, tá starvið varð lýst leyst í heyst, og nú er greitt, at tað verður dansk-norski Peter Tulinius Krarup, sum avloysir norsku Gunn Hernes, sum hevur verið stjóri síðan 2018.
Peter Tulinius Krarup byrjar í starvinum sum stjóri í Norðurlandahúsinum í september, skrivar norden.org.
Nýggi stjórin er føddur í Haslev í 1970 og hevur lisið og arbeitt í Danmark, Noregi, Englandi, og Týsklandi. Síðan 2019 hevur hann verið stjóri í mentanarhúsinum í norska býnum Harstad.
– Tað er ein stórur heiður hjá mær at sleppa at standa á odda fyri Norðurlandahúsið, sigur hann.
– Húsið er ein byggilistalig perla við nógvum møguleikum og einari sterkari støðu í føroyska samfelagnum.
Komandi stjórin gleðir seg at byrja í nýggja starvinum og vísir á, at í einari tíð, har norðurlendskt samstarv er so umráðandi sum ongantíð áður, hevur húsið ein týðandi leiklut sum brúgv millum Føroyar og restina av Norðurlondum og sum pallur fyri samskifti, samanhald og listaliga góðsku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald