Uttanlands

Iran: Nýggjur leiðari kann verða valdur innan fáar dagar

Tað sigur iranski uttanríkismálaráðharrin, eftir at ovasti leiðarin, Ali Khamenei varð dripin leygarmorgunin

Mótmælisfólk við myndum av Ali Khamenei sýna samhuga við Iran uttanfyri amerikonsku sendistovuna í malaisiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk við myndum av Ali Khamenei sýna samhuga við Iran uttanfyri amerikonsku sendistovuna í malaisiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur (Mynd: EPA)

2026-03-02 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarmorgunin var ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei ayatollah, dripin, og er eitt fyribils leiðsluráð sett at stýra landinum, inntil ein nýggjur leiðari verður valdur.

Les eisini: Iran váttar: Khamenei er deyður

Sambært iranska uttanríkismálaráðharranum, Abbas Araghchi, kann ein nýggjur leiðari verða valdur innan fáar dagar.

Tað kann henda innan ein ella tveir dagar, segði hann við al-Jazeera sunnudagin.

Í fyribils leiðsluráðnum eru forsetin, Masoud Pezeshkian; leiðarin av iransku rættarskipanini, Gholam-Hossein Mohseni-Eje'iog Alireza Arafi,  løgfrøðingur úr varðmannaráðnum, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder