Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur seg vera til reiðar at tosa við Iran eftir álopini, sum hava verið um vikuskiftið.
Í samrøðu við miðilin The Atlantic sunnudagin segði Trump, at hann skal tosa við iranskar leiðarar.
– Teir vilja tosa, og eg havi játtað at tosa, so eg fari at tosa við teir. Tað áttu teir at gjørt fyrr, sigur hann uttan at siga, nær hann skal tosa við Iran, ella hvørjar leiðarar, hann skal tosa við.
Amerikanski forsetin vísir á, at nakrir av iransku leiðarunum, sum USA seinastu vikurnar hevur havt samráðingar við um eina kjarnorkuavtalu, ikki longur eru á lívi.
– Teir flestu av teimum eru burtur.
Í samrøðu við Fox News sigur Trump, at 48 iranskir leiðarar eru deyðir í amerikonskum og ísraelskum loftálopum á Iran. Álopini byrjaðu leygarmorgunin, og tá varð m.a. ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei ayatollah, dripin.
Fáar tímar undan álopunum hevði Oman, sum hevur meklað í samráðingunum millum USA og Iran, annars boðað frá framstigum í samráðingunum, skrivar Ritzau.
Eitt fyribils leiðsluráð er sett at stýra Iran, inntil ein nýggjur leiðari er valdur, og sambært iranska uttanríkismálaráðharranum, kann hetta henda innan fáar dagar.
Les eisini: Iran: Nýggjur leiðari kann verða valdur innan fáar dagar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald