Tað gongur frameftir hjá norska Harald kongi, eftir at hann í síðstu viku varð innlagdur á sjúkrahúsi á Tenerife, har hann fekk viðgerð fyri infektión og upturking.
Tað sigur sonur hansara, Haakon krúnprinsur.
– Tað gongur betri við konginum. Hann tekur væl ímóti viðgerðini. Vit eru fegin um tað og takksom, sigur norski krúnprinsurin sambært Ritzau.
Harald kongur varð innlagdur týsdagin í farnu viku, og hósdagin varð hann útskrivaður aftur. Norska kongshúsið boðar fra, at kongshjúnini verða verandi á Tenerife í nakrar dagar afturat.
Tað er ógreitt, Harald kongur hann kemur aftur til Noregs, men meðan hann er bruturstaddur er krúnprinsurin virkandi ríkisstjóri.
Nærum 90 ára gamli norski kongurin hevur verið innlagdur fleiri ferðir seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald