Mentan

Svørt Orkidé vunnið Lesaravirðislønina

Yrkingasavnið hjá Vónbjørt Vang, sum m.a. vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør, hevur eisini vunnið Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum

Vónbjørt Vang fekk í 2024 eisini Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens

Vónbjørt Vang fekk í 2024 eisini Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens "Svørt Orkidé" (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Tórshavnar kommuna)

2026-03-02 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum, og í dag varð vinnarin kunngjørdur; "Svørt Orkidé" eftir Vónbjørt Vang.

Hini bæði tilnevndu verkini vóru ”Altartalvan” eftir Jógvan Isaksen og ”Marta Marta” eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs.

Lesaravirðislønin á 30.000 krónur verður handað á almennum tiltaki á landsbókasavninum mikudagin 4. mars.

Hetta er triðju ferð, at Lesaravirðislønin verður latin.

Virðislønin er sett á stovn fyri at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur.

Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Fyri yrkingasavnið "Svørt Orkidé" hevur Vónbjørt Vang frammanundan fingið bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens og Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder